Samfelagið við tiltaki: Tey útvaldu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

10.04.2018 - 07:38

Mentan > Samfelag & Politikkur > Annað

Nær: Hóskvøldið 12. apríl. Dyrnar lata upp kl. 19. Titakið byrjar 19.30

Hvar: Smæran, J. H. Schrøtersgøta 7

Kostnaður: Tiltakið er alment og ókeypis

Nevndir eru valdar at stýra. Tær hava evstu ábyrgd av stovnum, fyritøkum, grunnum og feløgum. Tær seta stjórar og loysa teir úr starvi. Tær seta karmarnar og kósina hjá organisatiónini og starvsfólkunum.

Hóskvøldið 12. apríl viðgera vit nevndir, netverk og vald.

Ingibjørg Berg, stjórnmálafrøðingur: Nevnd og nevndarval
Hvør er leikluturin hjá einari nevnd og hvussu verða nevndir valdar? Ingibjørg Berg greiðir frá hvussu nevndir verða skipaðar og munum á nevndarbygnaðum í almenna og privata geiranum.

Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur: Nevndir og vald
Nevndirnar eru valdar at stýra, men stýrir nakar nevndunum og teirra avgerðum? Hví hava summar nevndir størri vald enn aðrar? Súsanna Olsen greiðir frá muninum millum beinleiðis valdi og óbeinleiðis valdi.

Christoph Houman Ellersgaard, ph.d., og Anton Grau Larsen, ph.d.: Danska úrvalsliðið
Í Danmark sita fáir persónar á veruliga valdinum. Tey mynda danska úrvalsliðið. Tað er niðurstøðan hjá Christoph Ellersgaard og Anton Grau Larsen, sum hava granskað í donskum nevndarnetverkum og skrivað bókina Magteliten.

Sveinur Tróndarson, stud.bach.pol: Tey útvaldu í Føroyum
Hvussu sær føroyska nevndarnetverkið út og hvat eyðkennir netverkið? Ganga summir persónar oftari aftur enn aðrir? Hava vit eitt úrvalslið í føroyska nevndarnetverkinum? Greiningin hjá Sveini Tróndarsyni tekur støði í netverksgreining av almennu og privatu nevndunum í Føroyum.

Eftir innsløgini verður kjak.