Samfelagsfrøði komið á tímatalvuna


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



skulabladid.fo

21.08.2017 - 10:54

Tíðindi > Mentan > Uppaling & skúlaskapur

7. flokkur er fyrsti flokkur í føroyska fólkaskúlanum, sum fær samfelagsfrøði. Spildurnýtt tilfar er gjørt til lærugreinina

Heimurin hjá teimum ungu er alla tíðina í broyting, og serliga seinastu árini er hann nógv broyttur. Onkursvegna er vitanin hjá teimum ungu vorðin smalari hesi árini, tey vita nógv um nøkur ting, men tað eru ikki tey, sum seta seg at fylgja við í tíðindunum, heldur enn at fylgja við í tí, sum hevur teirra áhuga. Tí er neyðugt við samfelagsfrøði í skúlunum, heldur Eyðna Magnussen, ritstjóri á Námi, sum hevur latið gera og givið út bókina um samfelagsfrøði.

Tilgongdin at skipa slíkt tilfar er avbjóðandi. Føroyar eru eindømi við síni ríkisrættarligu støðu, og tí má nógv av tilfarinum tillagast, so at tað passar til okkara serligu støðu, harafturat er týdningarmikið at hava í huga, hvønn málbólk skrivað verður til. Samfelagsfrøði er ein sera virkin lærugrein, og hetta krevur nógv kanningararbeiði, áðrenn tilfarið verður givið út. Hendan tilgongdin hevur riggað væl, heldur Eyðna, sum er nøgd við úrslitið.

Talan er um eina grundbókarøð. Bøkurnar hava tikið støði í tí norsku "Kosmos"-røðini og eru síðan lagaðar til føroysk viðurskifti. Tað er ymiskt, nær samfelagsfrøði verður bjóðað í skúlunum í londunum rundan um okkum. Í Danmark fáa næmingar samfelagsfrøði í framhaldsdeildini, meðan undirvísingin í Svøríki og Noregi byrjar nógv fyrr.

Her heima varð gjørt av, at næmingar í hádeildini (tað er 7., 8. og 9. flokkur) skulu hava samfelagsfrøði.

Í 7. flokki byrja næmingar at verða meira tilvitaðir um, hvat ið hendir rundan um teir, og tí er tað ein góður aldur at byrja undirvísingina og fáa eitt kjak í gongd, heldur Eyðna, sum eisini heldur tað vera vanligt í 8. flokki, at næmingar hava lyndi til at lata seg aftur.

- Tí er tað gott at fáa sett hol á nøkur ting í 7. flokki, áðrenn hildið verður fram í 8. og 9. flokki. Tilfarið, sum er ætlað 7. flokki, er býtt upp í tíggju partar, har fyrstu partarnir snúgva seg um samleika og fólkaræði. Tað er neyðugt, at tey ungu skilja, hvussu vit myndast sum persónar, og hvør ið myndar okkum. Eisini hevur tað stóran týdning at skilja týdningin av fólkaræði, hvat tað er, hvar fólkaræði virkar, og hvussu tey sjálv eisini kunnu hava ávirkan á tað. Hinir partarnir eru millum annað um kommunur, løgting, skúlar og nærumhvørvið. So er eisini ein partur um miðlar; hetta er ein drúgvur, men neyðugur partur, sum eisini umrøður Snapchat, Instagram og hinar miðlarnar, sum tey ungu brúka, og tey hava tørv á at vita, hvussu tey kunnu verja seg ímóti tí, ið fer fram har.

Kelda: skulabladid.fo