Samfelagsstevna í Vági á hvítusunnu 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

18.05.2018 - 06:59

Mentan > Trúarlív

Um Gud vil, skipar samkoman í Bethel fyri samfelagsstevnu í Vági á hvítusunnu undir heitinum:

Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, ...

Róm.1:16

Byrjað verður í Bethel fríggjakvøldið 18. mai kl. 21 við bønarmøti.

Leygarkvøldið og hvítusunnudag verða møtini í Ítróttarhøllini. Tað verða bæði uppbyggingar – og evangelisk møtir. Barnamøti verður í VB húsinum hvítusunnudag kl 16. Millum møtini hvítusunnudag verður nátturði í Høllini. Sangluttøka: Betesdakórið, Svein í Prestgarið o.o. Eisini verða ungdómsmøtir í Bethel leygarkvøldið og sunnukvøldið kl. 22.30. Møtini 2. hvítusunnudag verða í Bethel.

Skráin er hendan:

Fríggjakvøldið kl. 21:00 Bønarmøti í Bethel

Leygardagin kl. 10:00 Uppbyggingarmøti í Bethel

Kl. 20:00 Evangeliskt møti í Ítróttarhøllini

Hvítusunnudag kl. 10.00 Breyðbróting í Ítróttarhøllini

kl. 16:00 Uppbyggingarmøti í Ítróttarhøllini

kl. 16:00 Barnamøti í VB-Húsinum

Nátturði

kl. 19:00 Evangeliskt møti í Ítróttarhøllini

2. hvítusunnudag kl. 15:00 Uppbyggingarmøti í Bethel

kl. 20:00 Evangeliskt møti í Bethel

Ungdómsmøtir verða í Bethel:

Leygarkvøldið og hvítusunnudag kl. 22:30

Sangluttøka: Betesdakórið, Svein í Prestgarði o.o.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Samkoman í Bethel