(Mynd: Jóanis Albert Nielsen)

Samgongusamráðingarnar halda fram

Ari av Rana

20.11.2017 - 22:33

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Miðflokkurin hevur í dag sitið á fundi, har støða skuldi takast til, um flokkurin skal halda fram við samgongusamráðingum við verandi samgongu.

Tá fundurin var liðugur í kvøld, hevði nevndin hjá Miðflokkinum, saman við løgtingsmonnunum og varalimum, samtykt, at halda fram við samráðingunum við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn um skipan av nýggjari samgongu.