Nýggja samgongan í Tórshavnar kommunu (Mynd: Torshavn.fo)

Samgonguskjalið hjá nýggju samgonguni leggjast fram í morgin

Niels Petersen

02.01.2017 - 22:06

Tíðindi > Streymoy - Tórshavn

Nýggja samgongan í Tórshavnar býráð hevur í kvøld boðið øllum fjølmiðlunum til tíðindafundar á Ráðhúsinum í morginárini 03. januar klokkan 10, har samgongan fer at leggja fram nýggja samgonguskjalið.

Tað var fríggjakvøldið, at nýggja býráðið endaliga skipaði seg við Anniku Olsen sum borgarstjóra og Gunvør Balle sum varaborgarstjóra.