(savnsmynd)

Samgongusráðingarnar við Miðflokkin slitnaðar

Ingi Samuelsen

22.11.2017 - 06:31

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tað spurdist einki burtur úr samráðingunum millum samgonguna og Miðflokkin um møguligt samstarv.

Miðflokkurin var í gjárkvøldið á fundi í Tinganesi um møguleikan fyri at fara við í samgonguna – ella skipa nýggja samgongu, sum Jenis av Rana, floksformaður, hevur tikið til.

Men einki spurdist burturúr.

Í nátt skrivaði Bill Justinussen soleiðis á vanga sínum á Facebook: "Miðflokkurin hevur í kvøld tikið seg úr samráðingunum um at skipa nýggja samgongu."