(Mynd: Ingi Samuelsen)

Samhaldsfesti, sjálvbjargni og frælsi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.09.2015 - 15:10

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Vit staðfesta, at Føroyar eru millum ríkastu tjóðir í heiminum við ovurstórum náttúruríkidømi, ríkari mentan, skapandi og dugnalugum fólki og framtakshugaðum vinnulívi. Vit hava allar fortreytir fyri at skapa eitt sjálvbjargið samfelag við rímum møguleikum, sterkum felagsskapi og javnbjóðis rættindum fyri okkum øll.

Soleiðis ljóðar byrjanin til 7 síðu stóra samgonguskjalið millum Javnðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, sum verður lagt fram um eina løtu í løgtinginum. Tað at dagurin eitur 14. september er als ikki uttan stórvegis týdning í hesum samanhangi, skilst.

Samgonguskjalið verður lagt fram undir yvirskriftini "Samhaldsfesti, sjálvbjargni og frælsi".

Saman við samgonguskjalinum er eisini eitt fylgiskjal yvir mál, ið flokkarnir hava sett sær fyri at fremja.

Í samgonguskjalinum verða nevnd tey høvuðsmál, sum nýggja CEF-samgongan hevur sett sær fyri at loysa alt fyri eitt.

Tey eru:
- At seta í verk eina nýskipan av fiskivinnuni
- At fremja broytingar í skattapolitikkinum, so lág- og miðallønt fáa ein skattalætta
- At geva fólkinm høvi at samtykkja sína egnu stjórnarskipan á fólkaatkvøðu, at frastfrysta ríkisveitingina og taka mál á føroyskar hendur
- At taka avbjóðingina við aldurs- og kunssamansetingini í álvara við íløgum í ungdóm, útbúgving, mentan og barnafamiljur
- At tryggja langtíðarhaldføran búskap við m.a. búskapargrunni og konjunkturjavnandi fíggjarpolitikki
- At seta í verk menningarætlan fyri heilsuverkið, sum tryggjar viðgerðir og tænastur á nútímans støði
- At gera nýggja pensjónsskipan, sum skal tryggja øllum góða pensjón og samstundis rætta teir ójavnar og haldføristrupulleikar, sum komu í við forskattingini av pensjónum
- At gera íløgur í grøna orku, so Føroyar kunnu gerast sjálvveitandi við varandi orku