(Mynd: Sverri Egholm)

Samhugi: Strandfaraskipini verða rakt í tríggjar dagar

Ingi Samuelsen

12.01.2018 - 13:00

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Samhugatiltøkini hjá fakfeløgunum koma at raka strandfaraskipini serliga hart.

Feløgini, sum hava limir umborð á strandfaraskipunum hava nevniliga gjørt av at býta 24 tíma verkfallið millum sín, so at strandferðslan verður rakt í tríggjar dagar.

Tað merkir, at mánadagin eru tað limirnir í Starvsmannafelagnum, sum eru í verkfalli, týsdagin eru tað limirnir í Maskinmeistarafelagnum og mikudagin hevur Skipara- og Navigatørfelagið túr.

Manningafeløgini hava tó ein klausul í teirra sáttmálum, sum krevur at minst ein túrur verður sigldur um dagin tá verkfall er.

Spurningurin er nú, hvat ein túrur er.

- Vit ætla til dømis bara at sigla Smyril annan vegin hvønn dag. Ein túrur er av Krambatanga til Havnar. Túrurin suðuraftur er ein annar túrur, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, og leggur afturat.

- Um mótparturin hevur eina aðra fatan, so mugu tey kalla gerðarættin saman.