Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Samkensluskriv: - Okkara tankar eru við okkara norðurlendsku brøðratjóð

Jens Hákun Leo

08.04.2017 - 08:35

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

- Atsóknin í Stokkhólmi í gjár er skakandi. Okkara grundleggjandi virði eru enn einaferð undir álopi.

Millum annað hetta sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í samkensluskrivi í dag til Stefan Löfven, svenska forsætisráðharran.

Samkensluskrivið kemur í kjalarvørrinum av yvirgangsálopinum í gjár, har ið ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í miðbýnum í Stokkhólmi og drap fýra fólk og særdi fleiri enn tíggju onnur.

Aksel V. Johannesen førir í hesum sambandi fram í samkensluskrivinum, at...

- Okkara svenska brøðrartjóð er í stórari sorg. Atsóknin í Stokkhólmi í gjár er skakandi. Púra verjuleys fólk eru aftur rakt av einum ódjørvum álopi. Okkara grundleggjandi virði eru enn einaferð undir álopi. Hetta eigur at fáa okkum standa enn sterkari saman. Døkku kreftirnar fara ikki vinna.

- Vit hugsa um tey deyðu, særdu og teirra nærmastu. Okkara tankar eru við okkara norðurlendsku brøðratjóð í hesari myrku og sorgarbundnu løtu.

- Eg fari vegna Føroya fólk og landsstýrið at senda Stefan Löfven, svenska forsetaráðharranum, samkensluskriv.