Heini í Skorini (t.v.) og Pauli Høj, samkomuleiðari í Kelduni (t.h.) (Skíggjamynd úr Gud signi Føroyar - KVF)

Samkomuleiðarin í Kelduni: - Eg kenni meg villeiddan

Ari av Rana

22.02.2018 - 12:42

Tíðindi > Trúarlív

Pauli Høj, samkomuleiðari í Kelduni, fortelur í tíðindaskrivi í dag, hvussu Keldan upplivdi fyrsta part av sendirøðini "Gud signi Føroyar", sum Kringvarpið hevur latið gera.

Eitt av tí, sum hevur verið nógv umrøtt millum manna síðani sendingin varð sýnd í sjónvarpinum er, hvussu Arni Klein Abrahamsen var viðfarin í Kelduni.

Men Pauli Høj sigur, at tey føla seg villeidd av Heina í Skorini (programleiðaranum). Leiðslan í Kelduni fekk týðiliga fatan av, at sendingin ikki fór at snúgva seg um samkynd, tí at hetta evnið var so nógv framm um tað mundið. Men stutt undan at sendingin varð send, bleiv Pauli uppringdur og biðin um at gera viðmerking til eitt persónsmál.

- Tá ein hyggur at sendingini, so er tað lætt at fáa ta fatan, at fleiri av okkara útsagnum úr Kelduni eru beinleiðis ætlaðar eftir hinum persóninum (Arni Klein Abrahamsen, red.), sum verður umrøddur í sendingini, skrivar Pauli Høj.

Upptøkurnar til sendingina, sum vóru úr Kelduni, vóru lidnar í apríl 2017. Pauli skrivar, at tað sær út til at restin av upptøkunum eru tiknar langt aftaná, og at tað tí er gingin long tíð millum upptøkurnar í Kelduni og hinar upptøkurnar.

Pauli skrivar, at hvussu programleiðarin valdi at klippa myndirnar og samrøðurnar úr Kelduni saman í mun til hin persónin í sendingini, hava tey í Kelduni onga ávirkan havt á.

- Vit hava boðað programleiðaranum og kringvarpsleiðsluni frá, at vit kenna okkum villeidd í mun til, hvussu sendingin er sett saman og ta mynd, sum verður víst úteftir móti ávísum bólkum í samfelagnum.

Pauli heldur sjálvur, at har vóru fleiri góð innsløg í sendingini, men at persónsmálið, sum programleiðarin ongantíð umrøddi fyri teimum, var tað, sum fylti ein rættiliga stóran part av sendingini.

Les eisini: Keldan viðmerkir Gud signi Føroyar

Les eisini: - Vit ynsktu helst ikki at sendingin varð sýnd