Terje Sigurðsson á Hotel Føroyum seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Samráðast helst alt vikuskiftið

Sverri Egholm

12.01.2018 - 16:52

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Nú seinnapartin byrjaðu veruligar samráðingar millum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin langt um leingi.

Tað er nú ein mánaði síðani, at verkfallið byrjaði, og partarnir hava verið langt frá hvørjum øðrum.

Einki semingsuppskot er lagt á borðið, nú ein semingsroynd verður gjørd, men partarnir viðgerða teir lutirnar sum ósemja hevur verið um.

- Tað verður neyvan nakað í dag, helst ikki í morgin, vónandi sunnudagin ella einaferð í næstu viku, segði Terje Sigurðsson við útvarpið seinnapartin.

Fæst eingin semja verður ein partur av Føroyum lagdur lamin mánadagin, tá 21 fakfeløg fara í samhugaverkfall.

Les eisini: Fakfeløgini leggja almenna kervið lamið mánadagin