Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Samráðast um málsøkjabýtið

Sverri Egholm

12.09.2015 - 12:55

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Samgongusamráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn er enn ikki komið á mál.

- Samgonguskjalið er komið undir land og vit sita nú við málsøkjabýtinum. Man hevur fingið fatan av hvørji málsøki hesir flokkarnir ynskja sær, segði Aksel V. Johannsen við Kringvarpið á middegi.

Flokkarnir byrjaðu at sámráðast um málsøkjabýtini klokkan 10 í morgun, men tað er enn ikki komið serliga langt.

- Tað kunnu koma nakrar broytingar í ráðunum, men nøkulunda tey málsøkini sum eru í dag.

Um tað verður eitt uttanríkisráð verður sett á stovn, vildi Aksel V. Johannesen upplýsa. Tó væntaði hann ikki at tað fór at vera eitt sjálvstøðugt ráð, men hinvegin fór at vera sett saman við onkrum øðrum.