Samráðingarnar halda fram í kvøld

Ari av Rana

21.11.2017 - 16:36

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Samgongusamráðingarnar millum sitandi samgongu og Miðflokkin halda fram í kvøld. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava fundast við Miðflokkin seinastu vikurnar, men tað er serliga seinastu dagarnar, at ferð er komin á samráðingarnar.

Miðflokkurin hevði innanhýsis fund í gjár, har nevndin, løgtingslimir og varalimir avgjørdu, at halda fram við samgongusamráðingunum.

Í gjár og í dag hava tó røddir verið frammi, sum ikki eru glaðar fyri samráðingarnar.

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna skrivaði á sínum Facebook vanga í gjár, at hon tekur frástøðu frá samráðingunum millum samgonguna og Miðflokkin. Hon helt við, at tað er “burtur úr vóni og viti” at lata Miðflokkin sleppa at seta dagsskránna í føroyskum politikki.

Í dag er tað løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi, sum meldar út, at honum hóvar ikki hesar samráðingarnar. Páll skrivar á Facebook vanga sínum at “Virðisgrundarlagið sampakkar ikki við politikkin hjá hesi samgonguni”. Víðari ber hann áheitan til samgonguleiðararnar at “Leggið handan bóltin deyðan og royni loysnina innanveggja”.

Men samgongusamráðingarnar halda fram í kvøld, og skulu samgonguleiðararnir avgera, um teir kunnu góðtaka tey 18 punktini, sum Miðflokkurin krevur, skal hann við í samgonguna.