Samrøður um film í Fuglafirði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

10.01.2018 - 12:10

Mentan > List > Filmslist

Hóskvøldið verður fyrsta ”Samrøður um film” tiltakið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. ”Samrøður um…” er tiltak/skeið, sum Kvøldskúlin í Fuglafirði ígjøgnum fleiri ár hevur skipað fyri, partvíst í samstarvi við Mentanarhúsið.

Seinastu árini hava sostatt verið skeið, skipað sum samrøður, har fokus hevur verið á ávikavist list, mat, tónleik og nú film. Skeiðini hava verið skipað soleiðis, at ein serfrøðingur/eldsál á økinum leggur samrøðurnar til rættis, og hevur samrøður við týdningarmiklar aktørar á økinum um eitt ávíst evni.

Serfrøðingarnir hava verið Nils Ohrt, Mortan í Hamrabyrgi, Knút Háberg Eysturstein og nú Torfinnur Jákupsson. Gestirnir hava spent víða, m.a. hava Edward Fuglø, Bárður Jákupsson, Snorri Patursson, Leif Sørensen, Sunleif Rasmussen og Eivør Pálsdóttir verið gestir, umframt mong onnur, sum vóru líka spennandi og áhugaverd, og evnini hava verið líka ymisk, t.d. Ruth Smith, Janus Kamban, føroysk matmentan, nýggja matmanifesti hjá FK, Bob Dylan, málmtónleikur & -mentan, Teitur og Greta Svabo Bech.

Nú verður so farið undir eitt nýtt vetrarskeið, sum hevur fingið heitið Samrøður um film. Fyrsta samrøðan hjá Torfinni Jákupsson verður við Sakaris Stórá, og evnið verður ’Dreymar við havið’. Hetta verður ein sokallað Director’s Cut Live sýning, har filmurin verður steðgaður í støðum, so Sakaris fær høvi at gera viðmerkingar til hann.