Samstarv er lyklaorðið í framtíðar oljuvinnuni


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

08.09.2017 - 18:16

Oljan >

Jan Müller úr Aberdeen. 

Greiðu boðini frá stjórunum í tveimum av heimsins størstu oljufeløgum, Bob Dudley frá BP og Ben van Beurden frá Shell, tá Offshore Europe oljuráðstevnan lat upp fyrr í vikuni, vóru púra greið. Hóast vinnan hevur gjørt stór framstig við rationaliseringum og tøkniligari menning fyri at minka um kostnaðarstøðið, so restar enn nakað í, men tað kann vinnast inn aftur við størri samarbeiði. Dagsins lyklaorð í oljuvinnuni, skal hon halda fram og mennast, er tí rætt og slætt meira samstarv millum feløgini og fyritøkurnar og eisini millum fyritøkur og myndugleikar, vórðu boðini hesum kendastu andlitunum í altjóða oljuvinnu yvirhøvur. 

At báðir vóru til steðar á Offshore Euorpe vísir eisini, hvønn týdning teir leggja í víðari leiting og framleiðslu í bretska partinum av Norðsjónum og her ikki minst í stóra økinum vestan fyri Hetland. Sí komandi grein um teirra hugsan um økið, sum liggur upp at føroyska markinum.