Samtykt!



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

29.04.2016 - 12:32

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Uppskotið um broyting í hjúnabandslógini er samtykt við 3. viðgerð.

Eftir drúgt orðaskifti skuldi í fyrstu atløgu atkvøðast um broytingaruppskotið frá tinglimum í andstøðuni, ið bæði ásetti, at grein14, stk 2. skuldi broytast, umframt at uppskotið skuldi til fólkaatkvøðu.

Broytingaruppskotið fall við 17 atkvøðum ímóti og 16 fyri.

Tá atkvøðast skuldi um uppskotið sjálvt, gjørdist úrslitið, at uppskotið varð samtykt við 19 atkvøðum fyri og 14 ímóti.

Uppskotið er sostatt samtykt fyri triðu og síðstu ferð, og sett er punktum fyri eitt av mest umstríddu tingmálum í søgu Føroya.