Samtyktu pensjónsnýskipanina við greiðum meiriluta



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

19.04.2018 - 22:57

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Eftir drúgt orðaskifti í aðru viðgerð av pensjónsnýskipanini er málið samtykt við 19 fyri og 12 ímóti.

Tað var í samstarvi við teir báðar tinglimirnar hjá Sjálvstýri og Magna Laksáfoss, at samgongan samtykti málið.

Fyrr í dag legði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, heldur óvanliga einsamallur eitt broytingaruppskot fram um ikki at hækka pensjónsaldurin. Hetta uppskotið varð í kvøld tikið aftur, men Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum valdi at leggja tað framaftur. Uppskotið fall tó.

Triðja viðgerð verður á einum seinni tingfundi.

Sí eisini: Løgmaður um andstøðuna: Har sita tit, og har sita tit eisini aftaná valið

Sí eisini: Video: Páll á Reynatúgvu: Vil ikki vera tann sum koppar samgonguni