(Mynd: EPA)

San Fransisco dýrastur at búgva í



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

16.02.2017 - 07:42

Tíðindi > Uttanlands > Annað

San Francisco, New York City og Boston. Tríggir amerikanskir stórbýir liggja ovast á listanum yvir teir dýrastu býirnar at leiga eina íbúð í 2017.

Síðan koma Hongkong, Dubai, Singapore og Washington D.C.

Tað vísir ein uppgarð, sum húsmeklarafyritøkan Nested í London hevur gjørt yvir húsaleiguprísirnar fyri 124 býir kring allan heimin, skrivar The Wall Street Journal.

Í heimsins dýrasta býi, San Francisco, er miðalleiguprísurin fyri eina lítla íbúð við plássi fyri einari familju upp á fýra 4.000 dollarar um mánaðin, svarandi til góðar 28.000 krónur.

Sostatt skal familjan vinna 163.000 dollarar – knappar 1,2 milliónir krónur – um árið fyri at hava ráð til at búgva í íbúðini.

Í New York City skal ein einstakur persónur rinda 1.994 dollarar – góðar 14.000 krónur – um mánaðin fyri eina lítla eittrúms-íbúð. Sambært The Wall Street Journal skal viðkomandi vinna 82.000 dollarar – góðar 577.000 krónur – um árið fyri at hava ráð til tað.

Útrokningarnar hjá Nested byggja á eina bústaðavídd upp á 39 fermetrar til ein einstakan persón og 75 fermetrar til eina familju upp á fýra.

Hongkong liggur á triðja býi á listanum, og er dýrasti býurin uttan fyri USA. Her skal ein familja hava eina samlaða inntøku upp á knappar 880.000 krónur um árið fyri at hava ráð til at búgva í eini lítlari íbúð.

Søguliga dýri høvuðsstaðurin London er fallin út úr topp tíggju og liggur nú á einum 12. plássi millum Los Angeles og Miami, skrivar Ritzau.

Sambært Nested er Detroit tann amerikanski stórbýurin í kanningini har mest fæst fyri pengarnar pr. fermetur. Her liggur júsaleigan fyri ein persón á 500 dollarar um mánaðin, svarandi til umleið 3.500 krónur.

Heimsins dýrastu býir at búgva til leigu í sambært Nested eru hesir:

San Fransisco 14.600 dollarar
New York City 14.000 dollarar
Hongkong 11.300 dollarar
Dubai 10.400 dollarar
Singapore 9.800 dollarar
Washington D.C. 9.700 dollarar
Genève 9.100 dollarar
Sidney 8.600 dollarar
Zürich 8.500 dollarar
Los Angeles 8.400 dollarar
London 8.400 dollarar
Miami 8.400 dollarar
Chicago 7.300 dollarar
Keypmannahavn 7.000 dollarar
Tokyo 6.900 dollarar