Mynd: sandportal.fo

Sandoy: Bara ein vil vera skúlastjóri



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

14.02.2014 - 16:02

Tíðindi > Mentan > Uppaling & skúlaskapur

MEGINSKÚLIN: Bert ein umsókn er komin inn til starvið sum skúlastjóri við Sandoyar Meginskúla.
Tað er greitt, eftir at umsóknarfreistin var úti fyrradagin til hetta starvið, sum viðkomandi skal byrja í 1. mars.
Seinastu fýra árini hevur Jóannes Johannesen úr Dali røkt hetta starvið, men nú skal so annað fólk í hansara starv.
Í samrøðu við Sandoyarportalin sigur Jóannes, at hann heldur at tíðin er búgvin at leggja frá sær, nú hann brátt fer at fylla 63 ár.
- Tað er ávíst og støðugt trýst at vera skúlastjóri. Og so er tað eisini hetta við tí digitala, sum ikki fellur einum so lætt, tá ein er komin nakað til árs, sigur hann.
Í Sandoyar Meginskúla eru 73 næmingar úr 6. til 10. flokk. Her starvast 11 lærarar.