Mynd: sandportal.fo

Sandur: Grindin var deyð tá Shepherd-bátarnir komu suður

Snorri Brend

13.10.2014 - 17:36

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grindaboð

Føroya rættur fór í morgun at viðgera málini hjá teimum átta Sea Shepherd fólkunum, sum eru ákærd fyri at bróta grindakunngerðina og politiviðtøkuna.

Hetta hendi, tá tey í trimum bátum sigldu uttan fyri sandin á Sandi, har ein grind varð hildin til leygardagin 30. august.

Kringvarpið greiddi á middegi frá málinum, og vísti til útsøgnina hjá verja teirra, at allir hvalirnir vóru í roynd og veru deyðir, tá teir tríggir bátarnir komu suður á Sand.

Verjin legði dent á, at hann kundi prógva hetta út frá upptøkum frá eini tyrlu, at drápið var liðugt og at teir 35 hvalirnir longu høvdu lagt beinini. Tí høvdu teir ikki órógvað grindina, sum ákæran annars ljóðaði.


NOKTA SEG SEK
Finnbogi Midjord, sýslumaður vísti hinvegin á, at forðið fyri at órógva grindina er galdandi alla tíðina undir einum grindadrápi – heilt frá rakstri og til fólk fer til hús við sínum grindaparti.

Sea Shepherd fekk annars at vita tíðliga í summar, at tey skuldu halda seg burtur við bátum sínum undir einum grindadrápi.

- Men hetta høvdu tey altso ikki gjørt í hesum føri, visti Kringvarpið at siga.

Fólkini hjá Sea Shepherd vórðu avhoyrd 25. september, og noktaðu tey seg øll sek í ákærunum.

Tey eru øll farin av landinum.