Mynd: EPA

Sangarinna úr Sister Sledge deyð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

12.03.2017 - 10:40

Mentan > Uttanlands > Annað

Joni Sledge, ein av sangarinnunum í bólkinum Sister Sledge, er funnin deyð í heimi sínum í Phoenix. Hetta skrivar bt.dk.

Sister Sledge eru kendar fyri lagið "We are Family", sum kom út í 1970-unum.

Joni Sledge varð bert 60 ár, og enn er óvist, hvør orsøkin til deyða hennara er.

Joni og systrar hennara, Debbie, Kim og Kathy stovnaðu í 1971 bólkin Sister Sledge, og stríddust í fleiri ár at verða kendar. Frambrot teirra var, tá sangurin "We are family" kom út í 1979.

Niðanfyri ber til at hoyra lagið "We are family".