Sangskrivara workshop í Margarinfabrikkini í mars



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

16.02.2017 - 18:58

Mentan > Mentan > Tónleikur

- Situr tú ofta heima í kamarinum og skrivar tekstir og løg, ella hevur tú bara hug at royna teg, við at skriva og smíðja saman løg? 

Vikuskiftið 17. og 18. mars verður ein ókeypis "sangskrivara-workshop" hildin í Margarinfabrikkini í Havn fyri ungdómar í aldursbólkinum 14-18 ár. 

Hetta boðar Margarinfabrikkin frá í tíðindaskrivi til Portalin í dag.

Fyriskipararnir av tiltakinum siga í hesum sambandi, at byrjað verður fríggjakvøldið, og at tey fara at hittast aftur í Margarinfabrikkini leygardag, har ið tað tá verður hildið fram út á kvøldið. 

- Vit fara at gera ymiskar sangskrivarauppgávur og at skriva løg saman í bólkum, siga fyriskipararnir av sangskrivara-workshoppini hesum viðvíkjandi, vísandi á, at...

- Tað er ein fyrimunur at duga at spæla eitt ljóðføri, men tó einki krav. Sunnudagin enda vit sangskrivara workshop’ina við einari konsert í Reinsaríinum, har luttakararnir eru vælkomnir at bjóða familju og vinum at lurta. 

Undirvísarar eru Guðrið Hansdóttir, Fróði Hansen og Rannvá Helenudóttir, og pláss er fyri einans 12 luttakarum, so "tað ræður um at melda seg til sum skjótast", siga fyriskipararnir at enda.