(Mynd: svimjing.com)

Sára nummar 43 á 400 metrum

Ingi Samuelsen

09.12.2016 - 16:54

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Sára Nysted svam í dag innleiðandi í 400 metra frísvimjing undir heimsmeistarakappingini á stuttgeil í Windsor í Kanada.

Tíðin 4 minuttir og 25,85 sekund er nakað frá bestu tíðini hjá Sáru, sum er 4 minuttir og 18,31 sekund. Tíðin røkk til eitt pláss sum nummar 43 av teimum 54 luttakarunum.

Nakað betri gekk hjá Magnusi Jákupssyni, sum í dag svam 50 metra firvaldsvimjing fyri Danmark. Tíðin hjá honum var 23,77 sekund, sum var 29. besta tíðin av teimum 110 luttakarunum.

Í morgin verður so dagurin, tá tveir føroyingar skulu royna seg á longsta teininum, 1500 metrar frísvimjing.

Óli Mortensen skal royna seg í riðili 3, meðan Pál Joensen skal royna seg móti teimum sterkastu í fimta og seinasta riðlinum.

Í morgin skal Sára Ryggshamar Nysted eisini royna seg 200 metra blandaðari svimjing. Í gjár gjørdist Sára nummar 33 av 61 í 100 metra blandað í tíðini 1 minutt og 05,10 sekund.