(Mynd: svimjing.com)

Sára Nysted setti juniormet

Ingi Samuelsen

07.12.2016 - 16:36

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Fyrsta føroyska metið er nú skrásett undir heimsmeistarakappingunum í svimjing á stuttgeil í Windsor í Kanada.

Í dag svam Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag hevur í dag sett nýtt føroyskt juniormet í 100 metra frísvimjing, skrivar svimjing.com.

Sára svam í innleiðandi kapping, og tíðin upp á 47,43 sekund er væl betri enn gamla juniormetið á teininum á 57,62 sekund, sum Guðrun Mortensen setti í 2013. Sára var einans tveir hundraðpartar frá føroyska metinum, sum er vorðið gamalt eftirhondini.

Tað ljóðar upp á 57,41 sekund, og metið eigur Elspa Mørkøre frá 2007.

Mettíðin hjá Sáru røkk til eitt plass sum nummar 62 av 127 luttakarum.