Sára svam við rivjabeini úr lið

Ingi Samuelsen

07.12.2016 - 17:09

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Í dag setti ungi føroyski svimjarin Sára R. Nysted føroyskt juniormet á 100 metra frí. Men hon var langt frá nøkrum meti, tá hon í gjár svam 200 metrar.

Suðuroyarportalurin skrivar í dag, at orsøkin var, at hon svam við einum rivjabeini úr lið.

Jón Bjarnason, venjari hjá Sáru R. Nysted, sigur við Suðuroyarportalin, at hann sá beinanvegin, at okkurt var spinnandi galið, og eftir kappingina segði Sára seg eisini hava øgiliga pínu meðan hon svam.

Tey funnu útav, at ovasta rivjabein í høgru síðu var farið úr lið. Suðuroyarportalurin skrivar, at ein kiropraktur úr Eysturríki, sum Jón Bjarnason kennir, setti rivjabeinið upp á pláss, og í dag setti hon so met á 100 metra teininum.

Kiropraktorurin sigur, at eitt rivjabein onkuntíð kann fara úr lið orsaka av tungari venjing. Tað kann eisini vera, tí Sára hevur borið tungan ryggsekk á ferðini í Kanada, skrivar Suðuroyarportalurin.

Les eisini: Sára Nysted setti juniormet