Sára tók 8 ára gamalt met í 200 metra frá

Ingi Samuelsen

29.06.2015 - 18:41

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

14 ára gamla Sára Nysted er í holt við at sláa navn sítt fast í svimjiítróttini.

Fyri løtu síðani vann hon gull fyri aðru ferð í kvøld við at sláa eitt 10 ára gamalt med í 200 metra frí.

Sára vann kappingina í harðari kapping við ein lokalan svimjara. Hon lá nakað aftanfyri í byrjanini, men svam seg so fram og vann ein flottan sigur.

Við tíðini 2 minuttir og 2,60 sekund tók hon metið hjá Elspu Mørkøre, sum hevur staðið síðan 2007.