Mynd: CNN

Sarin og klorin brúkt í álopum í Sýria



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.06.2018 - 17:35

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

Kanning hjá OPCW vísir, at nervaeitrini sarin og klorin vórðu nýtt í álopum í borgarakrígnum í Sýria í fjør. Ikki er greitt hvør nýtti nervaeitrini í sínum álopi.

Eitt álop i Douma nær Damaskus verður eisini kannað fyri um evnafrøðilig vápn vórðu nýtt. Hetta álopið fekk USA, Frakland og Bretland at svara aftur við rakettum, skrivar KVF.

OPCW ger fleiri kanningar av vápnanýtsluni í borgarakrígnum í Sýria.