(Savnsmynd)

SAS ætlar at repa seglini á føroyaleiðini í vetur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.08.2017 - 11:50

Tíðindi > Flogferðsla

SAS ætlar at avmarka føroyaflúgvingina í vetur. Dimmalætting veit í dag at siga, at SAS ikki flýgur týsdagar og hósdagar frá 3. oktober at rokna.

Hetta kann koma at kosta stóra skandinaviska flogfelagnum rættin av røkja føroyaflúgving yvirhøvur. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, við Dimmalætting.

Tí júst tað, at felagið vildi røkja flúgvingina allar dagar á árinum var orsøkin til, at landsstýrið í síni tíð mæltu donsku loftferðslumyndugleikunum til at geva felagnum loyvi at flúgva á Føroyar.

Poul Michelsen sigur seg vera skelkaðan av tíðindunum, og sigur at hetta saktans kann hava við sær, at landsstýrið at hann, sum ovasti politiski myndugleiki í Føroyum, fer at mæla loftferðslustýrinum í Danmark frá at leingja flúgviloyvið. Loyvini eru galdandi fyri hálvt ár í senn, og loyvið hjá SAS skal tí leingjast ein av komandi døgunum.

Meira kann lesast í Dimmalætting, sum fæst í blaðbúðunum