Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

SAS fekk ikki lent í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

13.01.2018 - 16:14

Tíðindi > Flogferðsla

Eftir ætlan skuldi eitt flogfar hjá SAS lenda í Vágum í dag, og hóast flogið var yvir Føroyum eina løtu eydnaðist tað ikki, og kósin er nú sett aftur til Keypmannahavnar.

Annars er friðarligt á flogvøllinum í dag. Eftir ætlan skuldi SAS-flogfarið avstað aftur beinanvegin, men tað bleiv av góðum orsøkum av ongum. Eitt flogfar hjá Atlantic Airways lendir eftir ætlan klokkan 19:45.

Tvær fráferðir hava verið í dag, báðar tíðliga í morgun. Onnur til Billund og hin til Keypmannahavnar.

Annars verður boðað frá nógvum vindi í nátt og í morgin, og hetta kann fara at ávirka flogferðsluna nakað, men tað er enn óvist.