(Savnsmynd)

SAS hevur avlýst – Atlantsflog taka flúgvingina upp seinnapartin

Ingi Samuelsen

07.12.2017 - 10:26

Tíðindi > Flogferðsla

SAS hevur avlýst flogferðina til Føroya í dag orsaka av nógva vindinum.

Atlantsflog avlýsti eisini flogferðina til Billund í morgun, og tók í sama viðfangi avgerð um at flyta ferðafólkini yvir á flogfarið til keypmannahavnar, sum skuldi fara í morgun, men nú er útsett til klokkan 13. Tað flogfarið setir seg so í Billund á ferðini bæði niður og upp í kvøld.

Umboð fyri Atlantsflog segði við útvarpið fyri løtu síðani, at ættin forðar ikki fyri flúgving í dag, og tí rokna tey við at taka flogferðsluna uppaftur, tá vindurin byrjar at minka aftur. Av hesi orsøk verður eisini roknað við, at ferðin til Keypmannahavnar klokkan 14.35 verður flogin eftir ætlan.