Satt hondbóltsbrak verður millum Føroyar og Finnland

Niels Petersen

08.01.2017 - 13:50

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Føroyska U21 manslandsliðið í hondbólti hevur seinastu dagarnar lagt lunnar í einari sannari sensatión. Í HM undankappingini, sum í ár verður spæld í Føroyum hevur nevnuliga eydnast at vunnið báðar teir fyrstu dystirnar í bólkinum, og eydnast eisini at vinna á Finnlandi, so eru Føroyar á fyrsta sinni við til HM endaspæli fyri U21 landslið. Hetta følist heilt óveruligt, men tað er so deiliga satt.

Tað verður avgjørt ongin løtt uppgáva móti finnum. Finnar eru bæði stórir og sterkir, og okkara eru lítlir og lættir. Tí kann man rokna við einum sera fysiskum dysti í kvøld.

Ingi Olsen, landsliðsvenjari væntar ein fysiskan dyst.

Móti Sveis og móti Ísrael loystu okkara uppgávuna til UG, og sambært Inga Olsen, U21 landsliðsvenjara, so hava okkara sjálvsálitið, og eftir sigurin á Ísrael í gjár segði hann millum annað, at teir ætla sær at spæla sín møguleika fult út.

Finnar eru væl størri og sterkari enn okkara leikarar, men við snildum spæli kunnu teir basast, og væl stuðlaðir av einari proppfullari høll, sum av øllum alvi stuðlar og leggur trýst á dómaraparið, so er avgjørt ein møguleiki fyri, at føroyska U21 landsliðið megnar tað ótrúliga, at spæla seg til HM endaspælið í hondbólti.

Venjarin úr Vestmanna metir, at um okkara leikarar fáa pressa stóru finnarnir til at skjóta, har vit ynskja teir at skjóta, og at vit spæla við tolni, eins og vit hava í teimum báðum undanfarnu dystunum, so hava vit ein góðan møguleika.

Dysturin millum Føroyar og Finnland verður í Høllini á Hálsi og hann byrjar klokkan 17:00

Støðan í bólkinum er:

1. Føroyar 4 stig (+10 mál)
2. Finnland 2 stig (+4)
3. Sveis 2 stig (-2)
4. Ísrael 0 stig (-12)