Mynd: Torshavn.fo

Sáttmálin um Musikkskúlan undirskrivaður



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

05.04.2017 - 16:00

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Seinrapartin í dag varð sáttmálin um bygging av nýggja Musikkskúlanum í Tórshavn undirskrivaður - og verður tað Húsavarðartænastan, sum skal standa fyri arbeiðnum at byggja skúlan, meðan tað verður Kontrast, ið hevur teknað bygningin, sum verður høvuðsráðgevi.

Tað var ein fegin borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum í hesum sambandi úttalaði seg við heimasíðuna hjá kommununi. Annika Olsen legði fyrst og fremst upp til hesum viðvíkjandi, at byggingin av Musikkskúlanum nú endaliga gerst veruleiki, eftir at hon verið ávegis í longri tíð.

- Men tað er als ikki yvir at dylja, at byggingin av nýggjum musikkskúla leingi hevur hingið í leysum lofti uttan veruliga fígging. Arbeitt og teknað hevur verið uppá verkætlanina í fleiri valskeið. Sitandi samgonga valdi at raðfesta skúlan ovarlaga, og tí var ein tann fyrsta uppgávan hjá samgonguni at finna fígging til at byggja skúlan.

- Tað hevur eydnast, og í dag undirskriva vit so sáttmálan um nýggja Musikkskúlan. Og harvið lyfta vit okkara musikkskúlaskipan enn longur upp milmum heimsins bestu, segði Annika Olsen, og førdi harumframt fram, at...

- Nýggi skúlin fer at lata upp fyri framsóknum átøkum innan tónleikaundirvísing, sum avmarkaðu hølini í dag ikki klára, og skúlin fer heilt vist at hýsa nógvum kreativum virksemi ikki bert innan tónleik, men eisini saman við samstarvspørtum innan alt mentanarlívið. Upp móti 800 næmingar koma at hava sína dagligu gongd her.

Annika Olsen ynskti at enda teim avvarðandi pørtunum í byggingini bestu eydnu við arbeiðnum.

- Eg fari at ynskja Húsavarðartænastuni tillukku og bestu eydnu við arbeiðnum, høvuðsráðgevin Kontrast, ið eisini hevur teknað bygningin, ráðgevararnar LBF, SMJ og HMP og allir undirveitarar - hjartaliga tillukku og bestu eydnu við arbeiðnum, segði Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.

Nýggi Musikkskúlin verður fíggjaður við 26 mió. krónum í 2017, 45 mió krónum í 2018 og 18 mió. krónum í 2019.