Salvator Mundi eftir Leonardo Da Vinci (Mynd: EPA)

Saudi Arabiskur prinsur keypti heimsins dýrasta málning



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

07.12.2017 - 22:22

Mentan > List > Myndlist

Málningurin “Salvator Mundi” eftir Leonardo Da Vinci, sum nýliga kom undan kavi aftur, bleiv í síðsta mánaði seldur fyri 2,8 milliardir krónur.

Síðani tá hevur verið gitt um hvør keyparin var. Summi hildu at tað var arvingurin til Walmart, Alice Walton, meðan onnur hildu tað verða heimsins ríkasta mann Jeff Bezos, sum stovnaði Amazon. Summi hildu tó, at keypsprísurin bendi á at keyparin er úr Kina ella úr Miðeystri.

Tað tað vísir seg at verða júst soleiðis, sum hesi síðstu hildu. Tí sambært skjølum, sum New York Times hevur fingið fatur á, er keyparin saudi arabiski prinsurin Bader bin Abdullah bin Mohammed bin Farhan al-Saud, skrivar Politiken.

Tað hevur ikki eydnast New York Times at fáa viðmerking frá prins Bader ella uppboðshúsinum Christie’s, sum stóð fyri søluni av málninginum.

Men stutt eftir at New York Times vendi sær til fólk at fáa viðmerking, skrivaði nýggja Louvre-savnið í Sameindu Arabisku Emiratunum, Louvre Abu Dhabi, at Salvator Mundi kemur til savnið.