Nýggi biografurin í Riyadh (Mynd: Reuters)

Savdiarabia fingið biograf



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

19.04.2018 - 07:56

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Savdiarabia fekk sín fyrsta biograf í gjár og endaði harvið eitt 40 ára forboð móti biografum, skrivar Reuters.

Reyði løbarin varð tikin fram, tá Marvel filmurin "Black Panther" varð vístur fyri innbjóðaðum í eini umbygdari konserthøll í Riyadh.

Tað er savdiarabiski krúnprinsurin, Mohammed bin Salman, ið stendur aftanfyri. 32 ára gamli prinsurin hevur slakað avmarkingarnar í landinum seinastu tvey árini - m.a. við almennum konsertum og at loyva kvinnum at koyra bil.