Savna stuðul til nýggja avtalu at skerja oljuframleiðslu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

20.10.2017 - 14:05

Oljan >

Tveir av heimsins størstu oljuframleiðarum, Rusland og Saudi Arabia hava fundast um at savna stuðul til eina nýggja avtalu at skerja oljuframleiðsluna alt 2018. Vladimir Putin, forseti og Mohammed bin Salman, krónprinsur, hava viðgjørt oljuprísin á fundi nýliga. Hetta upplýsir aðalskrivarin i OPEC, Mohammad Barkindo. Leiðandi oljufólk hava hitst á eini ráðstevnu í London, har m.a. framhald av OPEC avtalu um skerjing av framleiðslu varð á skránni.

Fundur verður í Wien 30. november, tá støða skal takast til at longja avtaluna at skerja oljuframleiðsluna. Tað ljóðast at lond sum Angola, Algeria og Iran eru fyri at longja avtaluna.

Royndir vera eftir øllum at døma eisini gjørdar at fáa amerikonsku skiferoljuframleiðarar at taka lut í skerjingunum fyri á tann hátt at fáa prísin longur upp. Ivasamt er tó um tað fer at eydnast, nú USA er vorðin oljuútflytari til umleið 26 lond í mun til 17 lond fyri bert stuttari tíð síðani.

Aðalskrivarin í Opec er sambært Bloomberg annars nøgdur við gongdina og er bjartskygdur, tá talan er um at halda fram við framleiðsluloftinum í framtíðini.

Væntandi fer oljueftirspurningurin at vaksa og fara upp um 100 mill. tunnur um dagin innan 2020 sigur Barkindo. Opec roknar við einum samlaðum eftirspurningi í 2017 uppá 96,8 mill. tunnur um dagin. Hetta fer at vaksa til 98,19 millionir tunnur um dagin næsta ár.