Savnaðust 45 ár eftir – í Spania



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Innsent

19.06.2017 - 11:57

Tíðindi > Merkisdagar

Í 1972 vórðu hesar fittu konurnar útlærdar sum sjúkrasystrar á Sjúkrasystraskúla Føroya. Lærararnir vóru Sólvá, Poula, Anna og Esther.

Í sambandi við at 45 ár eru liðin síðani hesa stóru hending, varð avgjørt at hátíðarhalda dagin við eini ferð til Lloret de Mar í Spania. Ein sera góður, stuttligur og gevandi túrur, verður sagt.

- Av teimum 18 av okkum, sum tóku prógv saman, vóru 11 við á ferðini. Fleiri av okkum eru enn til arbeiðis. Fýra búgva í Danmark, meðan hinar allar eru í Føroyum. Tvær eru deyðar Allar vóru samdar um, at vit hava útbúgvið til og útint eitt samfelagsnyttugt, spennandi og gott starv, siga tær í skrivi.