Savnast aftur at vísa takksemi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

28.12.2017 - 21:20

Mentan >

Leygarkvøldið 30. desember, verður lagt upp til eitt brak av einum kvøldi, fyri bæði ung og gomul á Sandi.

Lokalur dansitónleikur og bólkar, ið hava havt Ungmannahúsið sum pall, savnast aftur fyri at vísa takksemi fyri hesar fantastisku karmar gjøgnum árini, og eisini onkur nýggj samanseting verður at hoyra.

Byrjað verður at dansa klokkan 22, og hildið verður á til á morgni.

Luttakandi vera Ravnar, Geislar, Upp á tá við Elis Poulsen og Petur Jensen og vinmenn.