Scorpions høvdu eina væleydnaða framførslu á Summarfestivalinum í 2007, ið annars verður mintur fyri sera ringa veðrið, sum kom dagarnar aftaná Scorpions-konsertina (Savnsmynd: Dimmalætting)

Scorpions spæla á Amager í november


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

18.04.2017 - 10:54

Mentan > Mentan > Konsertir

Tey, sum upplivdu týska rokkbólkin Scorpions á Summarfestivalinum í Klaksvík fyri skjótt 10 árum síðani, og hava hug at hoyrt teir aftur, fáa nú ein møguleika ikki so øgiliga langt higani.

Danskir miðlar boða í dag frá, at Scorpions spæla konsert í Royal Arena á Amager 29. november. Atgongumerkjasølan byrjar fríggjadagin.

Tað er eftirhondini fimmti ár síðan, at Klaus Meine, Rudolf Schenker og Matthias Jabs, unglingar í Hannover í eftirkrígstíðini, tóku seg saman at stovna orkestur. Scorpions er mest framgangsríka rokkorkestri yvirhøvur í Týsklandi og kanska í Evropa eisini. Lagið ”Rock You Like a Hurricane” er endurinnspælt yvir 150 ferðir av ymsum tónleikarum.

Scorpions byrjaðu í 1965 og við fyrstu plátini ”Lonesome Crow” frá 1972 gjørdust teir ein partur av fyrstu metal-bylgjuni. Størstu hittini komu í áttatiárunum við áðurnevnda ”Rock You Like a Hurricane”, ”Send Me an Angel”, ”Still Loving You” og ”Wind of Change”.

Í 2015 kom 19. studioplátan teirra, ”Return to Forever”, og sama árið kundi orkestrið hátíðarhalda 50. ára stovningardagin.