Mynd: Sea Shepherd

Sea Shepherd: - Eingin møtti til tíðindafund!

Steinar Patursson

25.06.2015 - 11:22

Tíðindi >

- Føroyskir miðlar hava uttan skomm latið sum luft!

Tað skrivar Sea Shepherd í tíðindaskrivi fyri løtu síðani.

Sea Shepherd hevði kallað inn til tíðindafund á Hotel Føroyum kl. 10 í morgun, har sjøtul skuldi setast á átakið Sleppið Grindini.

Í tíðindaskrivinum stendur, at bert eitt miðlafólk frá Kringvarpi Føroya varð møtt upp til fundin, og tá spurt varð um nakrir spurningar vóru til felagskapin og átaksleiðsluna, var svarið einfalt - nei!

- At gera pláss fyri samskifti hevur altíð verið umráðandi fyri okkum, men miðlarnir hava valt ikki at taka um okkara útrættu hond, sigur Ross McCall, sjónleikari og átaksleiðari á landi.

- Men tað er fínt fyri okkum, tí nú kunnu vit fara útaftur á oynna og gera tað, ið vit komu her at gera, leggur hann aftrat.