Mynd frá drápinum í morgun (Mynd: Dan Nysted)

Sea Shepherd fólkini uppførdu seg fyrimyndarligt

Steinar Patursson

29.06.2015 - 09:52

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grindaboð

Fyrr í morgun boðaðu vit á Portalinum frá, at ein grind hevði lagt beinini í Hvannasundi, og at eingi umboð frá Sea Shepherd vóru møtt upp.

Men nú boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi, at nakrir limir í umhvørvisfelagsskapinum vóru til staðar hóast alt.

Í tíðindaskrivinum stendur, at grindin taldi 25-30 hvalir, og at drápið gekk friðarliga fyri seg. Tey, ið vóru komin frá Sea Shepherd, høvdu tó uppført seg fyrimyndarligt og aktaðu boðunum frá løgregluni um ikki at blanda seg upp í drápið.

Hetta er fyrsta grindadráp, ið hevur verið síðan Sea Shepherd kom til landið í summar.

Les eisini: Sea Shepherd kenna seg hótt til at fylgja lógini