(mynd: Norðlýsið)

Sea Shepherd meldað til løgregluna

Ingi Samuelsen

31.07.2014 - 00:36

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grindaboð

Karl Johansen sýslumaður hevur gjørt av at melda Sea Shepherd felagsskapin fyri brot á grindareglugerðina.

Tað skrivar Norðlýsið í kvøld.

Grindareglugerðin sigur, at ongin hevur loyvi at fara undir rakstur av grind uttan við loyvi frá sýslumanninum ella grindaformonnunum.

Sea Shepherd hevði ikki fingið loyvi, tá báturin Thor hjá felagsskapinum í kvøld fór til grindina, sum lá út fyri Haraldsunds bygd og rak grindina norðureftir. Karl Johansen sýslumaður hevði annars avtalað við grindaformenninar at bíða við at fara undir rakstur av grindini meðan bíðað varð eftir sjóvarfallinum, skrivar Norðlýsið.