Brigitte Bardot (Mynd: Dan Nysted)

Sea Shepherd: Sjógvurin í Føroyum er reyður eftir enn eina grind



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

29.06.2015 - 12:20

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Umhvørvi & umhvørvisfelagskapir

Sea Shepherd sendi fyri løtu síðani út tíðindaskriv um grindadrápið, ið var í Hvannasundi í morgun.

Í tíðindaskrivinum varð aftur gjørt vart við, at Sea Shepherd metir tað vera óheppið, at tað er álagt øllum at boða løgregluni frá, um eyga verður borið við eina grind, tí tað merkir, at tey, ið ikki taka undir við drápinum, kunnu revsast við bót og fongsli, um tey ikki boða frá.

Ein av átaksleiðarunum fyri Sleppið Grindini, Rosie Kunneke, sigur í tíðindaskrivinum, at Føroyar verða meira og meira líkar einum politistati við teimum lógum og ásetingum, ið vit hava um grindadráp og rakstur.

Samstundis vil Poul Watson vera við, at løgreglan hevði stongt tunlarnar til Árnafjørð og Norðdepil, men frá politinum verður sagt, at einki hald er í hesum.

Skjóti báturin hjá Sea Shepherd, Brigitte Bardot, var staddur 25 sjómíl sunnanfyri Hvannasund, og náddi sostatt ikki fram, áðrenn grindin varð hildin til.

Les eisini: Sea Shepherd kenna seg hótt at fylgja lógini
Les eisini: Sea Shepherd uppførdu seg fyrimyndarligt