Mynd: Sea Shepherd

Sea Shepherd: Vit hava rikið grindahval til havs

Steinar Patursson

24.09.2015 - 11:05

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Umhvørvi & umhvørvisfelagskapir

Sea Shepherd boðar frá á Facebook í dag, at átak teirra í ár hevur verið sera væl eydnað.

Í fleiri førum siga tey seg hava rikið bæði grindahval og annan smáhval út til havs, soleiðis at eingin føroyingur skuldi fáa eyga á hvalin. Sea Shepherd vil vera við, at allir bólkarnir av hvalum hava verið tætt at landi.

Saman við søguni hava tey fest myndir av hvalunum, men torført er at síggja hvar myndirnar eru tiknar, og ilt er tí at siga, um nakað hald er í søgunum.

Men í grein 3 í umstríddu grindalógini er greitt, at felagsskapurin hevur skyldu at boða sýslumanninum frá grindini, umframt at tey ikki hava loyvi at reka hana.

§ 3. Tá grind ella aðrir smáhvalir, sum lógliga kunnu avlívast, eru funnin á sjóumveldinum ella innari, skulu grindaboð beinanvegin boðast sýslumanni, uttan mun til um grindin er sædd av fólki á báti ella skipi, í tyrlu ella flogfari ella fólki á landi.

Stk. 4. Ikki er loyvt at reka ella ávirka farleiðina hjá eini grind ella øðrum smáhvali við tí í hyggju at forða grindadrápi, eisini í førum, har avgerðin at halda grindini til enn ikki er tikin, ella í førum, har sýslumaðurin hevur tikið avgerð um, at grindin ikki skal haldast til.

Spurningurin er sostatt, um Sea Shepherd hevur brotið grindalógina í fleiri førum aftrat.