Tórfríð Tausen syngur

Seinasta adventsløtan hjá Bubu

Snorri Brend

21.12.2014 - 08:18

Tíðindi >

Seinasti parturin av føroyskt framleidda tilfarinum hjá BUBU, er nú úti.

Tilfarið er framleitt í einum
gomlum seyðhúsi í Kunoy, og hevur móttøkan av adventsløtunum verið framúr góð.

Síðani hesar fyrstu sendingarnar vórðu lagdar út, hava fleiri enn 8000 sæð upptøkurnar.

Í hesi 4. og seinastu adventssendingini fortelur BUBU eina jólasøgu, eins Rakul Ró, Steintór, Tórfríð Tavsen og Jóhan Mikkelsen syngja.

Og ja, hyggjuráðini snúgva seg um hesa ársins seinastu tíð.

BUBU hevur verði sera
virkin í brátt farna árið við at upptraðka, videoløgum, BUBU filminum og nú adventsløtunum.

Tí fer BUBU nú í jólafrí, og verður vónandi aftur at síggja í nýggja árinum.