Viking Sea (Mynd: Sverri Egholm)

Seinasta ferðamannaskipið í ár

Sverri Egholm

20.09.2017 - 13:21

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Viking Sea, sum í dag liggur við Molan í Havn er síðsta ferðamannaskipið í ár.

Sambært yvirlitinum hjá Tórshavnar Havn, hava 47 skip verið á Havnini og í Kollafirði í ár.

Fyri góðari viku síðani var systirskipið hjá Viking Sea, nevniliga Viking Sky, á Havnini. Bæði skipini eru norsk, og eru liðugt bygt í ávikavist 2016 og 2017.

Tey eru 227,2 metrar til longdar, knappar 29 metrar breið og stinga 6,4 metrar. Tey rúma 930 ferðafólkum hvør.

Viking Sea kom á Havnina úr Lerwick klokkan 9 í morgun og leggur leiðina víðari til Reykjavíkar klokkan 18 í kvøld.

Hesar myndirnar tóku vit fyrrapartin.