Theodor Thomassen úr Sørvági bleiv 107 ár, fýra mánaðir og 12 dagar gamal, og bleiv sostatt elsti føroyingur nakrantíð

Seinasta heilsanin frá Føroya elsta manni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

19.03.2016 - 17:04

Tíðindi > Merkisdagar

Theodor Thomassen, kendur handilsmaður og útróðrarmaður í Sørvági, andaðist mikukvøldið 9. mars, tá hann sovnaði stillisliga inn. Hann varð 4 mánaðir og 12 dagar yvir 107 ár. Theodore varð føddur í Sørvági 28. august í 1908. Hann er sostatt Føroya elsta fólk nakrantíð. Hetta skrivar Poul Jóhan Djurhuus í tíðindagrein.

Jóhannes Tauser av Eiði, sum búði í Helsingør seinna partin av sínum lívi, átti hetta meti, tá hann doyði, bert 42 dagar undir 106 ár – men Sørvingurin tók hetta meti frá honum gott og væl.

Theodor kann sostatt einaferð enn koma í føroysku metbókina, har hann áður hevur verið sum Føroya elsti útróðrarmaður.

Sambært Poul Jóhan hevði Theodor sína føstu gongd í missiónshúsinum í Sørvági, har hann eisini var sunnudagsskúlalærari í mong ár. Hann var við til at byggja missiónshúsið, og har blivu nógvir arbeiðstímar brúktir. Hann hevur eisini bæði verið handilsmaður og útróðrarmaður.

Tá Theodor helt 107 ára føðingardagin 28. oktober í fjør, varð hann spurdur av Kringvarpskvinnuni, Sigrun Brend, um uppskriftina til ein langan livialdur. Theodor svaraði, at hann hevði onga uppskrift, men tó svaraði hann við at sitera eitt danskt sálmaørindi:

Tag Jesus med, hvorhen du længes,
da bliver du så let i sind.
Og hvor din frelser ude stænges,
der skal du ikke selv gå ind.

Ta Jesus med hvorhen du farer,
så skal du aldri fare vill.
Da vokter på deg engleskarer,
om verden lukker øyet til!

Tá sjónvarpið boðaði frá andlátinum í Degi og Viku seinasta hóskvøld, tá lótu teir hesa heilsanina vera seinastu orðini á hansara longu lívsleið. Hetta var sostatt seinasta heilsanin frá Føroya elsta fólki nakrantíð, Theodor Thomassen, til alt Føroya fólk.

Theodor fór til gravar úr Sørvágs kirkju týsdagin 15. mars. Sørvágs kirkja var fullsett, tá presturin Inga Poulsen Dam prædikaði. Hon gav eina góða lýsing av Theodor, tá hon í prædikuni segði, at Gudsótti, nøgdsemi og bjartskygni virkaði javnvág í langa lívinum hjá Theodor, upplýsur Poul Jóhan Djurhuus.

Eisini siteraði hon Abraham Lincoln, sum segði: ”Tað er ikki mongdin av árum, sum telur, men mongdin av lívi!”. Theodor fekk bæði, segði presturin.