Seinasta løtan á Teenstreet

Innsent

01.08.2017 - 23:56

Mentan > Trúarlív

Dagarnir hava gingið skjótt, og vit eru komin til seinastu løtuna inni í stóru høllini á hesum sinni. Eg havi bara tikið telduna við mær, og sitið mitt í rokanum av syngjandi ungdómi og skrivi.

Orkestrið og sangararnir – harímillum okkera egna Dania, hava longu leitt okkum ígjøgnum fleiri sangir. Og so kemur parið, sum hevur tosað til allar bíbliutímarnar og Throne Roomiini, Josh og Debs Walker á pallin, og tey hava ein stuttan boðskap til okkum.

Hesi bæði, sum hava verið við 25 ferðir, og sum fyri tey ungu eru ímyndin av Teenstreet, boðaðu annars í gjárkvøldið frá, at tey ikki vera ein partur av Teenstreet meira. Og tað fór líkasum eitt suff í gjøgnum høllina, og øll reistust, og lógvbrestirnir rungaðu.

Tey hava hesa vikuna tosað út frá Rómverjabrævinum, 8. kapitli. Og í kvøld – hetta seinasta kvøldið, geva tey okkum ørindi 15, sum sigur: “Tit fingu jú ikki trældómsanda, so tit aftur skulu óttast. Nei, tit fingu Anda sonarættarins, og í Honum rópa vit: “Abba Faðir!””

Tá ið teirra boðskapur er liðugur heldur sangurin fram eina góða løtu og vit syngja sangin “How great is our God” á øllum teimum ymisku tungumálunum upp á skift, og tá tað føroyska málið kemur fyri, ja, so stemma vit í: Mín Gud stórur er…..

Nøkur fara longu í nátt
Hendan løtan er við at koma fram í móti endanum, og tá ið liðugt er, fara fólk at gera seg klár at venda nøsina heimeftir. Nøkur fara longu í kvøld, nøkur í nátt og tey flestu í morginári.

Skrivað hevur Eyðun á Lakjuni, teenstreet.fo