Mynd: Jens Kr. Vang

Seinasta nýggjárskonsertin sum stjóri



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

07.01.2018 - 17:09

Mentan >

Tá nýggjárskonsertin endaði í gjár, endaði samstundis 25 ára langa skeðið hjá Poul Jákup Thomsen sum stjóri í Føroya Symfoniorkestri.

- Eg ætli mær at stovna eitt harmonikufelag á Skarvanesi. Higartil eri eg nógv tann besti spælarin, segði hann skemtandi til konsertina í gjárkvøldið.

Poul Jákup Thomsen fekk handaða gávu frá Norðurlandahúsinum og Kringvarpinum saman og eina frá spælarunum í symfoniorkestrinum.

Sum altíð var Champagne galoppurin á skránni, og har fekk fráfarandi stjórin tann heiðir at spæla súkklupumpu.

Nýggjárskonsertin sæst her (kvf.fo)

Myndir frá konsertini síggjast her (portal.fo)