Pólskir fjepparar til reiðar í Moskva, har teirra í dag brestir saman við Senegal

(Mynd: EPA)

Seinasti bólkurin í gongd í dag

Agnar Frederiksen

19.06.2018 - 11:26

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Í gjár helt Svøríki á við góðu norðulendsku gongdini, og Belgia og Ongland vunnu favorittsigrar í bólki G. Í dag koma vit at síggja fýra lið fyri fyrstu ferð, og har eru tveir favorittar. 

Koloumbia var eitt av avgjørdu ljóspunktunum í Brasilia. Við frálíka James Rodriguez á odda komsuðuramerikanska liðið til kvartfinaluna í stórum stíli, har vertslandið fekk koppað teimum. Nú er Kolumbia aftur, James er i góðum formi og hesaferð er áleyparin Falcao tøkur. Japan er ein underdog í bólkinum, og skal gera nógv fyri at koma víðari.

Pólland skúgvaði alla mótstøðu til viks í undankappingini, áðrenn Lewandowski og co. komu til Parkina, har Danmark vann heili 4-0. Men Pólland vann bólkin trygt, og nú skal landið við tveimum HM-bronsuheiðusmerkjum royna at gera ein vørr í Russlandi, og Pólland er eisini í favorittleiklutinum í dag.
Har hongur nógv á liðformanninum og toppskjúttanum í undankappingini, Robert Lewandowski.

Hjá Senegal er Saido Mané úr Liverpool stóra stjørnan. Senga hevur bert einaferð verið við til HM, og í fjareystri í 2002 var úrtøkan ein kvartfinala. Senegal er ein av bestu vónunum hjá afrikonsku londunum, ið ikki eru komin væl frá byrjan.  

Salah er aftur. Liverpool-stjørnan skal í kvøld hjálpa Egyptalandi ímóti áttandapartsfinalunum. Til hetta krevst ein sigur ímóti vertstjóðini í Skt.Pætursborg. Russland kom flúgvandi frá byrjan ímóti Saudi Arabia, og við minimum javnleiki í kvøld er plássið í áttandapartsfinaluna allarhelst tryggja.

Egyptaland misti á stokkinum ímót Uruguay, men nú er Salah við, og møguleikarnir fyri sigri harvið tað betri. Hetta er ein lykladystur í bólki A, ið kann verða heilt avgjørdur seinnapartin í morgin, eftir at Saudi Arabia og Uruguay hava spælt; hann kann eisini gerast heilt spennandi á seinasta leikdegi. 

13.00: Kolumbia - Japan (KVF  - DR1)
16.00: Pólland - Senegal (KVF - TV2)
19.00: Russland - Egyptaland (KVF forskotið; kl.19.50 - tó á heimasíðuni beinleiðis) - TV2