Robert Lewandowski til tíðindafund í dag. Áleyparin er lyklaleikarin hjá Póllandi, ið fer at stríðast fyri at koma víðari úr bólki H

(Mynd: EPA)

Seinasti bólkurin tann mest opni

Agnar Frederiksen

13.06.2018 - 20:22

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í morgin byrjar HM-endaspælið í Russlandi. Seinastu vikuna hava vit skrivað stutt um bólkarnar og mett um teir. Her verður seinasti bólkurin lýstir.

Hóast Pólland og Kolumbia tykast at vera sterkastu liðini í bólki H, og bestu boðini uppá at koma víðari, so er tað avgjørt ein góður møguleiki fyri, at Senegal og Japan kunnu bjóða av.

Pólland hevur stoltar traditiónir í HM-endaspølum í mun til hini londini í bólkinum.Í 1974 og 1982 vann Pólland bronsu, og liðið var fylt við góðum leikarum. Eftir eitt lakari tíðarskeið er Pólland aftur í fínasta "selskapinum" Heilt stóra stjørnan er liðformaðurin Robert Lewandowski. Áleyparin hjá Bayern Munchen var toppskjútti í undankappingini, og hann kann verða við til at skjóta Pólland langt. Afturat honum eru nógvir dugnaligir leikarar til reiðar at umboða Pólland í Russlandi.

Í 2014 vóru James Rodriguez og co. við til at seta sín dám á HM í Brasilia. Vertirnir vóru tó omaná í fjórðingsfinaluni. Hetta var annars besta úrsliti hjá Kolumbia til eitt HM-endaspæl. Til hetta endaspælið verður væntað at Kolumbia kemur víðari, og har er nógv góðska á liðnum hjá José Pekerman.

Í 2002 var Senegal eitt positivt yvirraskilsi. Vesturafrikanska landið var við til HM fyri fyrstu og vann millum annað á fronsku heimsmeistarunum, og kom til kvartfinaluna. Síðani hevur Senegal ikki verið við, men nú skulu Saido Mané og co. stríðast fyri at skapa enn eitt gott úrslit fyri sítt land.

Japan hevur spælt seg til seks HM-endaspøl. Talan hevur verið um tey seinastu seks endaspælini. Tvær ferðir fyrr spælt seg víðari úr bólkaspælinum; fyrru ferð var á heimavølli í 2002. Japanarir eru "outsidarir" í bólkinum, og við einum spennandi liðið kann Jpan aftur røkka knock-out dystunum.

Meting: Senegal og Japan kom at bjóða  Kolumbia og Pólandi av. Spurningurin er,  um tað verður nóg mikið fyri afrikanska og asiatiska liðið. Her meta vit, at Kolumbia verður fremst, og at Pólland eisini verður ov sterkt fyri Senegal og Japan. Hetta verður tó allarhelst ein sera tættur bólkur við spennandi dystum. 


Dystarskrá:

19.juni kl.13.00: Kolumbia - Japan
19.juni kl.16.00: Pólland - Senegal

24.juni kl.16.00: Japan - Senegal
24.juni kl.19.00: Pólland - Kolumbia

28.juni kl.15.00: Japan - Pólland
28.juni kl.15.00: Senegal - Kolumbia